Áh, signaða vissa: Øll syndin er rindað

Orð og lag: Líggjas á Váli

1. Áh, signaða vissa: Øll syndin er rindað
við Jesusar blóði, á Golgata rann,
tann dag, eg fekk síggja, at eg hevði syndað,
ta signaðu vissu hjá honum eg fann.

2. Áh, signaða hvíla: Við krossin at liggja
er signað og søtt fyri skuldartyngd bróst,
hvat enn, ið kann níva, um bert tú vilt hyggja
á Jesus á krossinum, verður alt ljóst.

3. Áh, signaða frelsa: So dýrt hon er goldin,
ja, dómarin sjálvur tók dómin á seg.
Ei nakað sum hetta er søtt her á foldum,
at Gud elskar syndarar, slíkar sum meg.

4. Áh, signaða framtíð: Tað gott er at vita,
at ævigur bústaður er fyri stavn.
Skjótt kemur vár Frelsari okkum at flyta
frá foldini inn í ta himmalsku havn.

5. Áh, hugsið um hetta, tit sálir í vanda,
sum enn ei Guds tilboði hava sagt ja;
tað eru ei stundir til stillur at standa,
um tit ætla við til hin himmalska stað.

6. So skunda tær vinur, tí Jesus enn stendur
og rættir mót tær sína bjargandi hond.
Ei drála nú longur, Gud Sonin skjótt sendir
at heinta Guds børn, ja, tann stund er í nánd.

FavoriteLoadingGoym tekstin