Áh, signaði, lívsæli dagur

Orð: Johan Halmrast
Lag: Kristian Wendelborg
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Å salige stund uten like

1. Áh, signaði, lívsæli dagur,
hann livir, hann livir enn nú!
Hann livir, og deyðin ei ræður,
áh, sál mín, hví syrgdi tá tú!
Ei longur nú grøvin hann goymir,
har bleikur og kaldur hann lá;
:,: hann livir, og sál mín ei gloymir,
tá upp risnan Harran hon sá. :,:

2. Hann livir, og eg, eg skal bera
hans vinum hitt lívsæla boð;
um minstur av hans eg má vera,
so ærdi tó Harrin meg so,
at eg skal tey tíðindi siga –
áh, kundi eg talað tey væl!
:,: Ein eingil um loyvi vil biðja
at bera tey boðini sæl. :,:

3. Áh, signaði, lívsæli dagur,
hann livir, hann livir enn nú!
Hann livir, og deyðin ei ræður,
áh, sál mín, hví syrgdi tá tú!
Hin deyða tú harmaðist yvir,
tú grætst á tí einsliga stað;
:,: tá fekst tú at síggja, hann livir,
og signaður dagur var tað. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin