Áh, Sonur Guds, tú signaði

Orð: Abraham Grimstvedt
Lag: William Gardiner, Samuel Wesley
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, Sonur Guds, tú signaði,
hin besti vinur mín,
tú elskar, ja, tú elskar meg –
áh, stóra náði tín!

2. Áh, kærleiki, áh, kærleiki,
hvørs botn mín sál ei sær!
Ja, sum eg eri, elskar tú –
áh, náði undurbar!

3. Og tá eg minnist, hvussu djúpt
í syndini eg var,
tað er eitt undur stórt, at eg
nú eri barn hjá tær.

4. Tú søkti, Harri, eftir mær,
tá eg ímót tær stóð,
tú fanst meg, og tú loysti meg
við Kristi dýra blóð.

5. Og ikki allar ævir eg
nóg nógv kann takka tær,
ið frelsti slíkan orm sum meg
og miskunn vísti mær.

6. Eg eri glaður, at mín synd
í havið søkt nú er,
so hon ei aftur kemur upp
og meiri skaða ger.

7. Óuppiborna náði tín,
hon eina gjørdi tað,
og hvussu stór tann náði er,
eg síggi meir hvønn dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin