Áh, søt er hin søgan um Jesus

Orð og lag: Charles H. Gabriel
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, søt er hin søgan um Jesus,
sum doyði í syndarans stað,
ein Frelsari fyri hitt falna,
kom, sig hana aftur í dag!

Niðurlag: Ein undurfull, undurfull søga,
hitt besta, eg hoyra kann fá!
Uppi har allar ævir
eg syngi tað glaður,
tá eg Harrans ásjón skal sjá.

2. Hann kom av teim himmalsku hæddum,
og blóð hans á krossinum rann,
at keypa mær æviga frelsu,
áh, ja, og har frelsu eg fann!

3. Tín miskunn sum streymurin flýtur,
ei metast kann kærleiki tín,
nóg mikið er ævigt tín náði,
tín frelsa, hon røkkur til mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin