Áh, syndari, ber ei meir tín myrka iva

Orð: Óli Reinert
Lag: Jonas S. Pettersen

1. Áh, syndari, ber ei meir tín myrka iva,
men gev teg til Jesus nú, og tú skalt liva!
Um tú ei í dag tær vilt til Jesus venda,
áh, hvat skalt tú gera, tá títt lív er endað!

2. Tí Frelsarin vil, at øll hann skulu eiga,
og eingin skal halda fram á vegnum breiða,
tann vegurin breiði hevur beiskan enda;
tí biði eg teg til Jesus tær at venda.

FavoriteLoadingGoym tekstin