Áh, syndari, Frelsarin kallar á teg

Orð: Virginia W. Moyer
Lag: Henry L. Gilmour
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Over the dead-line

1. Áh, syndari, Frelsarin kallar á teg,
og leingi tú lurtaði ei!
Hann kallaði, tá alt var gleði og ljós,
og tá ið tú syrgdi og leið.

Niðurlag: Áh, kom, meðan Jesus í náði teg kallar,
nú ljósið tú hevur sæð!
Tí hvat kanst tú vita, um ikki tú drívur
um markið til deyðan í dag!

2. So blint var títt eyga, og oyra títt deyvt,
tá hann beyð tær náði og frið;
so troyttur tú vart av hans kallandi rødd –
áh, hvat, um hann troyttaðist við!

3. Ja, manga ferð stríddist Guds Andi við teg –
hvat, um hann fór frá tær í dag,
so sál tín í æviga myrkrinum søkk,
tó ljósið hon greitt hevur sæð!

4. Áh, vinur, Guds tolinmóð endar til síðst,
og dagurin liðugur er,
og tann, sum sær vendi frá kallinum burt,
um markið til deyðan tá fer!

FavoriteLoadingGoym tekstin