Áh, syng um hann, av Himli steig

Orð: Jákup Olsen
Lag: William H. Havergal, Jens Guttesen

1. Áh, syng um hann, av Himli steig
í guddómskærleika,
til tað, sum viltist burt av leið,
at bera frelsuna!

2. Áh, syng um hann, sum lýðin var
til krossins beiska deyð,
sum syndir várar bar á sær –
og frelsti út úr neyð!

3. Áh, syng um hann, ið leiðir her
við síni sterku hond,
sum síni børn á veingjum ber
mót heimsins ljósu strond!

4. Áh, syng um hann, sum eina stund
sítt fólk skal savna brátt
í faðirhúsið, heim á fund
hjá sær í Himli hátt!

5. Ja, syng um hann, mín Frelsara,
sum oyddi deyðans makt,
sum uppi har ber krúnuna,
sum alt er undir lagt.

FavoriteLoadingGoym tekstin