Áh, syng um Jesus, Lambið Guds

Orð og lag: Tullius C.O’Kane
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: I’m redeemed

1. Áh, syng um Jesus, Lambið Guds,
sum leið á Golgata
og galt har fyri teg og meg
við blóði skuldina!

Niðurlag: Áh, eg loystur varð,
áh, eg loystur varð,
ja, við blóði Guds sakleysa Lambs!
Áh, eg loystur varð,
áh, eg loystur varð!
Prís og lov fái Lambið og Gud!

2. Áh, kærleiksundur, guddómskraft,
so rík, so full, so há,
sum fevnir hvørja sál á fold,
ja, meg, sum fallin lá!

3. Ja, nú og allar ævir við
skal æran vera tín,
sum loysti eina falna verð,
áh, Jesus, Harri mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin