Áh, syrgjandi syndari, sælur ert tú

Orð: Edward F. Miller
Lag: Adoniram J. Gordon, J. Ellis
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, syrgjandi syndari, sælur ert tú!
Tí Jesus tær bíðar at frelsa teg nú;
áh, sál, tú, sum av tínum strevi ert móð,
stíg út, út á lyftið, og lít á hans blóð!

2. Tú hungrandi, tystandi, sælur tú ert!
Tí Jesus tær bíðar at metta teg bert;
her borðreidd til tín er ein máltíð so góð,
stíg út, út á lyftið, og lít á hans blóð!

3. Tú sál, sum av syndini tyngist, ver glað!
Frá Gudi eitt lyfti til tín er í dag:
Í tín stað Guds Sonur í dóminum stóð,
stíg út, út á lyftið, og lít á hans blóð!

4. Stíg út, út á lyftið, og frelstur tú ert!
Ver kvikur, við faldin av klæðum hans nert!
Har, har fann eg frið, tá eg tyngdist av lóg,
eg steig út á lyftið, eg leit á hans blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin