Áh, tey kæru, sum mær bíða

Orð: Fanny Crosby
Lag 1: Charles Howard Marsh
Lag 2: John Miller Evans
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Oh, the friends that now are waiting

1. Áh, tey kæru, sum mær bíða
oman fyri sorg og stríð –
tey nú biðja meg at stíga
fótasporum sínum í.
Lívsins skeið tey hava runnið,
bardagsbúnan frá sær lagt,
lívsins krúnu hava vunnið,
varðveitt trúnna, biðið, vakt.

Niðurlag: Eymar røddir mildar ljóma –
kalla meg at fylgja sær.
Gjøgnum skuggar kann eg hóma
heimlandsljósið nærkast mær.

2. Stríðsins búna skift tey hava
við hitt dýra, fagra lín,
og í skrúði, eins og kava,
skoða tey nú Harra sín.
Saman her vit hava virkað,
gingið sama trúarveg,
tey bert yvir fjørðin myrka
vunnu skjótari enn eg.

3. Andlit kend har uppi skína,
gleðin har er ævigt nýggj,
ei er deyðin meir, ei pína,
eingin sorg og einki skríggj.
Har vit syngja songin nýggja,
um hitt blóð, sum okkum vann.
Harran Jesus tá vit síggja –
sameind vit tilbiðja hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin