Áh, tey søtu gleðiboð, ið orðið trúnni ber

Orð: Albert B. Simpson
Lag: James H. Burke
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, tey søtu gleðiboð, ið orðið trúnni ber:
Sum í gjár, í dag, í ævir Jesus Kristus er!
Enn sum fyrr hann elskar síni, sjúk hann grøða kann,
uggar sorgfull, stillar stormin – prís og tøkk til hann!

Niðurlag:
Sum í gjár, í dag, í ævir Jesus Kristus er;
alt umskiftist, Jesus aldri – lovsong honum ber!
Lovsong honum ber! Lovsong honum ber!
Alt umskiftist, Jesus aldri – lovsong honum ber!

2. Hann, sum Pæturs synd tók burtur, ei umskiftist hann,
hann, sum kom til Tummas, allan iva greiða kann,
hann, sum læt Jóhannes við sítt hjarta hvíla seg,
hann mær býður til sítt eyma bróst at leggja meg

3. Hann, sum millum vreiðar bylgjur trygt á sjónum gekk,
stillar stormin harðasta, sum vald á okkum fekk;
hann, sum græt og bað í angist í Getsemane,
deilir hvørja sorgarskál, ið sett er fyri meg.

4. Hann, sum gekk til Emmaus og gisti har við teim,
hann vil fylgjast enn við okkum allan vegin heim;
skjótt hann síggjast skal í skýnum – Harri, ja, kom skjótt!
Hvør, sum á hann trýr; hann eigur hetta lyfti søtt.

FavoriteLoadingGoym tekstin