Áh, trælbundna sál, tú, sum leitaði so

Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, trælbundna sál, tú, sum leitaði so,
men aldri tú hoyrdi tey loysandi boð!
Tú roynir at angra, at betra teg við,
men aldri hevur hjartað funnið nakran sannan frið.

Niðurlag: Legg byrði tína við hans fót, sum doyði krossi á!
Ein ævigan og sælan frið títt hjarta finnur tá;
tað verk, hann gjørdi, veri nú tín vón, títt álit alt!
Og einar opnar himmaldyr tú harí finna skalt.

2. Hvør leið, sum tú visti, so mangan er roynd,
tú søkti á møtum, tú søkti í loynd;
tú stríddi mót synd og ímóti sjálvum tær,
ei hvílu fanst tú, vónleyst bert títt hjarta mangan var.

3. Tann frið, sum tín sál hevur søkt, fanst tú ei
í øll hesi ár, sum tú stríddi og leið;
tú hómar ei framgongd, áh, kanst tú ei sjá:
Í øllum hesum finnur tú ei útveg og ei ráð?

4. Títt lív hevur verið ein troyttandi gongd,
ein jagan, ein longsil, ein rópandi trongd;
og onga tíð áður var longri á mál,
bert tráandi tú hyggur fram – ein svikin, vónleys sál.

FavoriteLoadingGoym tekstin