Áh, trongda sál, tað er eitt stað

Orð: Fanny Crosby
Lag: Svenskt fólkalag
Týtt: Petur William Háberg

1. Áh, trongda sál, tað er eitt stað,
har hjartað linna fær!
Tað er við Jesu særdu lið –
hvørt sár kann grøðast har.
Hin svára, loynda sálarkvøl,
hvørt tár, tá sorgin neit,
hvørt suff, úr særdum barmi steig –
tín Frelsari alt veit!

2. Far, har bert hann teg hoyra kann,
har eina hann teg sær!
Er lyftið ei: Sum dagur tín
skal styrki gevast tær!
Um jørð og himmal svinna burt,
hans orð, tað svíkur ei;
far bert til hann í trúgv, so skal
hann lýsa tína leið!

3. Hví geva upp! Tú veitst, at alt,
sum vegin tyngja kann,
til besta tær tó virka skal,
um bert tú trýrt á hann.
Hans signingar í farnu tíð
við tøkk minst aftur á,
og við hans føtur ber alt fram,
ja, alt – tí hann veit ráð!

FavoriteLoadingGoym tekstin