Áh, tú, Guds reina, milda Lamb

Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, tú, Guds reina, milda Lamb,
sum niður higar steig,
bart vára synd og skomm á tær
og kvøl og angist leið!

Niðurlag:
Ja, fyri okkum gavst tú teg,
tá tú á trænum har
gekst deyðans tunga, beiska veg –
Guds Lamb, vit takka tær!

2. Títt blóð, tað var mær sálarbót,
eg har mær tváaði,
og tí eg hjartansglaður nú
kann prísa náðini.

3. Tú særdur varð og sligin hart
at gera okkum frí
og lata upp hitt fangahús,
vit sótu bundin í.

4. Í trúgv á Jesus ganga vit
nú vegin fram so glað,
tí arvin um eitt lítið bil
vit fáa í Guds stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin