Áh, tú, Guds stilla Lamb

Orð: Chr. A. Bernstein
Lag: Hans G. Nägeli
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, tú, Guds stilla Lamb,
meg eyðmjúkleika lær,
at eg títt ok má bera her
og finna hvílu har!

2. Áh, Jesus, tú ert nokk
at fylla sál og sinn!
Øll sorg og angist víkur, har
tú sjálvur kemur inn.

3. Fest, Harri, eyga mítt
teg sjálvan meiri á,
at sál mín, eina fylt av tær,
má ongan annan sjá!

FavoriteLoadingGoym tekstin