Áh, tú, ið komst úr hægstu dýrd

Orð: Charles Wesley
Lag: Samuel Stanley
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: O thou who camest from above

1. Áh, tú, ið komst úr hægstu dýrd
at birta ljós í myrku verð,
at loysa sál, av lystum stýrd,
at veita fangum frælsi her.

2. Kynd tú í mær eitt kærleiksbál,
ið støðugt brennur fyri teg
og er eitt himmalljós tí sál,
ið trilvar fram á myrkursveg.

3. Áh, Jesus, míni tráan vend
at tæna, toknast, líkjast tær,
so náðin stór gerst mongum kend,
og nýggja sjón hin blindi fær.

4. Tín halga vilja við mær frem
og ger meg ílat, tær til prís,
mítt treka, kalda hjarta nem,
so góðska tín gerst øllum vís.

5. Eg aldri fult tær takka kann,
at tú mær birti lívsins ljós.
Tú tókst mín dóm, mítt syndabann,
og nú mót Himli ber mín kós.

FavoriteLoadingGoym tekstin