Áh, tú kelda djúp av náði

Orð: Jens M. Giverholt
Lag: J.C. Bitthauer, Niels W. Gade
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, tú kelda djúp av náði,
vek tín lovsong nú í mær!
Bert hjá Gudi frið eg fái,
troyst og hvíla er bert har.

2. Áh, hin sterki kærleikslogi,
hav av náði, breitt og vítt!
Hvørja ferð eg har í skoði,
fyllir gleði hjarta mítt.

3. Her er keldan, har eg finni
kraft, tá trúgvin lítil er,
og er royndartímin inni,
hvíld sum dagin hon mær ber.

4. Áh, tú kelda djúp av náði,
vek tú lovsong tín í mær!
Bert hjá tær eg hvílu fái,
sál mín livir væl hjá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin