Áh, tú sorgbundna sál, tú, hvørs leið varð so løgd

Orð: Petur William Háberg
Lag: Jens Guttesen
Viðmerking: Yrktur í 1937.

1. Áh, tú sorgbundna sál, tú, hvørs leið varð so løgd,
at hon ber gjøgnum skýmligan dal!
Er títt vónloysi ómált, tín pína ósøgd,
brostin strongur, sum eitt sinn til spæl
var upp spentur, og brennur enn eygað á tær
eftir grát, eftir svøvnleysa nátt –
:,: hygg tá upp, upp um fjøllini – Kongurin har,
missir hann sína megi, sín mátt! :,:

2. Tað, sum ísakalt vatn er til tystandi hjørt,
er hans æviga lyfti til tín;
burt fer stúran og sorg, burt fer náttin so svørt –:
Óttast ei, Jákups ætt, tú ert mín!
Kann ein móðir enn gloyma sítt bróstabarn her,
aldri, aldri mítt barn gloymi eg;
:,: hygg, í hendurnar mínar tú teknaður er –
sál, er hetta ei nokk fyri teg? :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin