Áh, tú tráandi hjarta, áh, tú vónleysa sál

Orð: Carl Breien
Lag: Lucy Booth-Hellberg
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, tú tráandi hjarta, áh, tú vónleysa sál,
sum í oyðimørk fjakkar uttan mið, uttan mál,
áh, hvør sviknan og eina tú skalt kenna teg brátt!
Tí nú aftnar jú dagur, og tað kemur ein nátt.

Niðurlag: Kom til Jesus, dvøl ei longur!
Har er náði, har er náði;
kom til Jesus, dvøl ei longur!
Tá skal sál tín fáa lív.

2. Vinur, vágar tú longur standa honum ímót
og í lættsinni gleðast – sig mær, hevur tú mót?
Fyri teg læt hann lívið – áh, um tú hevði skilt,
at eitt lív uttan Jesus, tað er oyðið og spilt!

3. Ligg ei longur og dúra, lat nú upp hjartans dyr!
Enn hann stendur og bankar líka tolin sum fyrr;
áh, hvør leingist hans hjarta tó at fáa eitt svar!
Lat nú upp, tí við honum verður dagur hjá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin