Áh, um við túsund tungum eg

Charles WesleyThomas HaweisVictor Danielsen
Orð: Charles Wesley
Lag: Carl Gotthelf Glaeser der Jüngere, Thomas Haweis, Thomas Jarman, S.L. Armitage
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, um við túsund tungum eg
enn kundi takkað tær,
veik var hin rødd, sum, Frelsari,
títt prís mót Himli bar!

2. Áh, Harri, styrk meg sjálvur í
at tala rætt um teg,
títt navn kunngera mína tíð
á øllum mínum veg!

3. Jesus, tað navn, sum stillar frykt,
tár turkar, linar sorg,
sum hjartað skelvandi ger trygt,
mítt lív, mítt ljós, mín borg!

4. Tað brýtur hørðu syndabond,
tað fangar fríar ger;
í tí seg gleðir nú mín ond,
tað navn mín friður er.

FavoriteLoadingGoym tekstin