Áin á sumri

Orð: Alexandur Kristiansen
Lag: Heri Nolsøe

Tú vakra á,
av skarðinum so møk og mjá
tín ríka kelda vellir,
og hugur glæsir tær ímót
í dropadrift um eyr og grót
og mosagrónar hellur.

Tú vakra á,
tín andadýpd av vøtnum blá
og víðum sjónarringi
varð fest í huga mín hvørt kvøld
sum fræ av frælsi øld úr øld
og døgg í berjalyngi.

Tú vakra á
so livandi ert altíð hjá
við dreymadjúpum hyljum.
Og hugur búnast tær í nánd
og skapar sær tey birtingslond,
ið lýsa sterkum viljum.

Tú vakra á –
har fossur sínum litum brá
i túsundára spæli –
og vovið inn í tína søgn
er hvørt eitt ljóð og hvør ein øgn
eymt titrandi í dali.

Tú vakra á,
á gævi, at mær unnist tá –
tá endað er mín ævi
at hoyra tutl og tesk og sjóð,
tí tað var her mín vøgga stóð,
í tínum friði svav eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin