Alda

Orð og lag: Nicolina Jacobsen

Alda, sum tutlar um hólmar og sker,
hoyr hvat eg sigi, og boð honum ber.
Fuglur, ið ferðast í loftið á flog,
lurta og ber so til hann hesi boð:
Sig at mín kærleiki veksir hvønn dag,
sig at hann ger, at eg eri so glað.
Alt tað sum livir og andar og grør,
sig at eg elski hann mest her á jørð.

Lotið, sum sveimar um tindar og skør,
fer yvir líðir, hvørt sund og hvønn fjørð.
Og yvir sólgyltu, blómandi ong,
ljómar tá loftið við fuglanna song.
Sig, at mín kærleiki veksir hvønn dag,
sig at hann ger, at eg eri so glað.
Alt tað sum livir og andar og grør,
sig at eg elski hann mest her á jørð.

FavoriteLoadingGoym tekstin