Aldri, aldri fati eg

Orð og lag: Merle Haggard
Týtt: Hanus M. Hansen

Niðurlag: Harri, leið tú meg hvørt stig,
hjálp mær navn títt kennast við,
um enn freistingar her møta mær.
Tá ið ferðin møðir meg,
styrk meg, Harri, biði eg,
til ein dag eg skal síggja teg har.

1. Aldri, aldri fati eg,
at so Gud meg elskaði,
tá hann sendi sín Son niður her,
til at bjarga tær og mær,
Harrin Jesus dómin bar,
nei, størri kærleiki á fold ei er.

2. Nú í Himlinum hann er
og mær stað til reiðar ger,
og skjótt ein dag eg andlit hans skal sjá.
Halleluja tóna skal
gjøgnum fagra himmalsal,
av hvørjum munni skal hann heiður fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin