Aldri gloymi eg hin dag, tá við Golgata eg stóð

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Aldri gloymi eg hin dag, tá við Golgata eg stóð
niðurtyngdur av synd og sorg og neyð,
har Guðs Sonur gav sítt blóð, veg til Paradís upplat,
vann ein sigur so stóran við sín deyð’.

Eisini tú, vinur mín, kanst uppliva Hitt Guðs Lamb,
Hann, sum frelsa kann frá synd og skomm.
Jesus kemur aftur skjótt, á, hvør dagur verður tað,
okkum tekur Hann við til Himmalin.

2. Jesus kom til Sykars brunn, tá Hans leið lá har framvið
hvar ein syndarinna dagligt kom.
Lívsins Vatn hon fekk í ogn, tá hon Jesus’ hjartað gav,
og frá øllum sínum syndum vendi um.

3. Allastaðir Jesus kom, stórar fjøldir savnaðust,
til tey talaði Hann hitt Lívsins Orð.
Øll tey sjúku vóru grødd, tann, sum bað, fekk aldri nei;
mitt í oyðimørk reiddi teimum borð.

FavoriteLoadingGoym tekstin