Aldri í milliónaár

Orð og lag: John W. Peterson
Týtt: Andrew Thomsen

1. Hevur tú ei undrast á,
hví Jesus kom
til jarðar Himli frá?
– Søga undursom!
Hevur tú teg sjálvan spurt,
hví hann prísin galt,
negla læt seg á ein kross?
– dýra offur, meir enn alt!

Niðurlag: Aldri í milliónaár,
um so hugsast kann,
komi eg at skilja,
at hann krossi doyði á,
so eg frelsu fann!
Villigur í deyðan gekk,
alla mína synd burt fekk.
Nei, aldri í milliónaár
skilji eg hans kærleika

2. Aldri hetta skilji eg,
hví Jesus kom
at doyggja fyri meg!
– Søga undursom!
Altíð hetta loyndarmál
verður Gudi hjá.
Men av hjarta sinn’ og sál
eg hans kærleik prísa má!

FavoriteLoadingGoym tekstin