Aldri meir eina á lívsins veg

Orð: Irene Durfee
Lag: W. Stillman Martin
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Somebody cares

1. Aldri meir eina á lívsins veg,
:,: ein er, sum sær. :,:
Hjálpara trúgvan nú eigi eg,
ein er, sum sær, tað er Jesus.
Ein er, sum sær, tá ið tung er leið,
sær, tá eg treiskur av vegnum steig.
Aldri hans eyga mær sleppir, nei,
ein er, sum sær, tað er Jesus.

Niðurlag: :,: Ein er, sum sær á meg. :,:
Leiðslu hans kærleiksfult kenni eg,
ein er, sum sær, tað er Jesus.

2. Syngi eg lagið, sum er mær kært,
:,: ein er, sum sær, :,:
og tá mót syndini stríð er hart,
ein er, sum sær, tað er Jesus.
Sær meg, tá eina eg standa man,
sær, tá ið stuttleiki heimins vann,
og tá eg útveg ei síggja kann,
ein er, sum sær, tað er Jesus.

3. Tá sálin troytt tráar hvíld at fá,
:,: ein er, sum sær, :,:
og tá ið freistarin treingir á,
ein er, sum sær, tað er Jesus.
Ein er, sum sær, hvat enn leikar á,
er hvørja stund sínum børnum hjá.
Kærleik eg líkan ei áður sá,
ein er, sum sær, tað er Jesus.