Aldri tann dagur úr huga mær rennur

Orð: Ókendur
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1972.

Aldri tann dagur úr huga mær rennur,
– frelsarin, Jesus, í hjartað kom inn.
Sálanna streingir hann yndisligt spennir,
lovsongur ljómar í sál og í sinn.

Undurfulla náði, undurfulla náði:
– frelsti ein syndara slíkan sum meg!
Undurfulla náði, undurfulla náði:
– frelsti ein syndara slíkan sum meg!

Trúliga vardur við kærleikans bondum,
ei skal tí fjøtra med djevulsins garn.
Navn mítt er ritað í báðum hans hondum,
og alt av náði eg eri hans barn.

Á, mitt í syndara ótalda skara
frelsti hann meg til sín bróður og vin.
Loystur úr syndanna leinkju og snaru,
aftur tí syngur mín sál og mítt sinn:

Harri, ei fata eg kann tína náði,
sjálvkravdur legði tú krossin á teg.
Golgata gátu eg ongantíð ráði,
– frelsti ein synda slíkan sum meg.