Aldri var sigurin størri enn tá

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Knút Olsen

1. Aldri var sigurin størri enn tá,
tá ið eingilin skúgvaði steinin frá,
og Harrin reis upp av deyða
í gravarlíni, sum gull skygdi á
í morgunlýsinum reyða.

2. Aldri var longsulin tyngri enn tá,
tá ið kvinnurnar gingu í iva og trá
tann langa og torføra vegin,
opin var grøvin, og tóm hon lá,
tó aldri var reinari gleðin.

3. Aldri er sigurin størri enn tá,
tá ið páskaklokkurnar ringja um vág,
og ljóðið berst langt millum fjalla
um Harran, sum deyðan og grøvina vá
og sløkti sorgina alla.

FavoriteLoadingGoym tekstin