Aldurnar

Orð: Heri Nolsøe
Lag: Jógvan Olsen

Sveima glað hond í hond,
spáka við sjóvarstrond,
hava knýtt kærleiksbond,
aldur bróta har í nánd.
Vøkur dreymasandsslott,
skola burtur brátt,
aldur vísa sín mátt.

Sólskinsdagur og foldin er glað,
sólin skínur á hvørt blómublað,
grasið leiftrar í vindinum blítt,
grønt, sevjut og bylgir sítt.
Sólin bakar á tindar og skørð,
hitar dalar, skorðar og fjørð,
aldur skola á klettar og sand,
smelta saman hav og land.

Aldurnar skola á sandin,
kærleiksbros kveikja her brandin,
hond í hond sveima vit skóleys langt avstað.
Eyguni møtast og skiljast,
andlitsbragd kann ikki dyljast,
varrarnar sleingja avstað ein ástarkoss.

Fótaspor verða viskaði burt,
tá ið aldurnar skola á turt,
meðan aldurnar skola um bein,
liggur strondin so vøkur og rein.
Sólin bakar á tindar og skørð,
hitar dalar, skorðar og fjørð,
aldur skola á klettar og sand,
smelta saman hav og land.

:: Aldurnar skola á sandin,
kærleiksbros kveikja her brandin,
hond í hond sveima vit skóleys langt avstað.
Eyguni møtast og skiljast,
andlitsbragd kann ikki dyljast,
varrarnar sleingja avstað ein ástarkoss.::

FavoriteLoadingGoym tekstin