Algóði faðir! gev oss magn og megi

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í 1963 og broyttur í 2007.

Algóði faðir! gev oss magn og megi,
hart stendur stríðið her á foldarvegi;
verj tína brúður, til hon hjá tær stendur,
í Himli lendir.

Heilagur Andi! kom við tínum eldi,
syndra tú alt, ið styrkir sátans veldi.
Hjálp oss, o Gud, tín gleðiboðskap góða
reinan at ljóða.

Lat orð títt festa búgv í vára hjørtum,
vera várt ljós í foldarmyrkri svørtum;
algóði faðir, tá av tíni náði
lívsvón eg fái.

Sælasta stund í føgrum morgåunroða,
tá Himna brúðgómur skal brúður skoða,
har limir Krists í halgum einglaskara
brúðgómin æra.