Algóði faðir, tú yndismilt bendir

Orð: Mikkjal á Ryggi

Algóði faðir, tú yndismilt bendir
ásjón og yvir alt livandi sær.
Signaði Jesus, til syndarar sendur,
sannleikans tala tín sælu mær bar.
Heilagi Andi, sum hug mín umvendir,
hollur meg heldur í veldi hjá tær.
Víkur hvør vandi, tá Guð hjá mær stendur,
vón mín er vís, at hann hýsa vil mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin