Algóði Guð mín faðir er

Orð: George Herbert
Lag: Jessie Seymour Irvine
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Algóði Guð mín faðir er,
mær gevur dagligt breyð,
og blítt sítt lamb á ørmum ber.
Kann eg tá hava neyð!

2. Hann leiðir meg til albeitt fjøll
og til grasgóðan dal;
er brøtt og illgongd gøtan øll,
hans hond meg styðjar væl.

3. Og villist eg, á rætta leið
hann beinir fótin mín,
alt fyri mína góðgerð ei,
men fyri kærleik sín.

4. Ígjøgnum deyðans døkku lond
eg djarvur ganga kann,
hann leiðir meg við síni hond,
sum deyðan yvirvann.

5. So undurfull, so dýrabar
hans miskunn til mín røkk,
og sum hon aldri enda fær,
ei enda skal mín tøkk.

FavoriteLoadingGoym tekstin