Algóði Gud, tú ver mær hjá

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 15. nov.1959 í KFUM, Rosenborggade, Keypmannahavn. Broyttur eitt sindur í juni 2007.

Algóði Gud, tú ver mær hjá
í øllum verki mínum,
títt halga ljós mær lýsi svá
á lívsins leiðum tínum,
so Gud mín altíð undan er
á míni lívsins vandaferð,
tá treystliga eg stígi.

Um leiðin ber um oyðimørk,
har illir úlvar ýla,
og fjalir alt mær náttin svørt,
– hjá Kristi eg kann hvíla.
Hann sigur yvir øllum vá,
á krossinum eg sjónskt kann sjá
tað lívsins ljósið lýsa.

Títt halga orð er lyktin mær
á mínum foldarvegi,
tað lýsi mær hvørt fótafar,
á nátt og ljósum degi,
so veit eg, at eg villist ei,
um illgongd verður foldarleið,
tí Harrans hond mær heldur.

Á míni føgru morgunstund
tú lýsti, lívsins harri,
og tá eg sovi deyðans blund,
tú verður, Gud, mær nærri.
Tá fyrstani eg klárt kann sjá
títt lívsins ljós frá Golgata.
Tøkk miskunnsami faðir!

FavoriteLoadingGoym tekstin