Alheims Skapari, hoyr mítt kall á Teg

Orð: Kolbeinn Tumason
Lag: Norskt fólkalag
Týtt: Jóhan við Neyst

1. Alheims Skapari, hoyr mítt kall á Teg,
og lat miskunn Tína koma yvir meg.

2. Eg ákalli Teg, dýri Frelsari.
Tínar hendur hava gjørt og skapað meg.

3. Teg eg rópi á, gev mær lív Tær frá,
minst til mín, Tú mæti Kongur Konganna.

4. Gud mín, Himli í, niður til mín steig,
tak burt hjartasorgir, møði neyð og stríð.

5. Styrk og varða meg, tí mær tørvar Teg,
nú í deyðans skuggar koma sníkjandi.

6. Niður her Tú steig, føddur vart av moy.
Hond tín eina hjálpa kann á deyðans leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin