Alheimsins tjóðir! gevið ljóð

Hans Adolph Brorson
Orð: Hans Adolph Brorson
Týtt: G. Bruun

Alheimsins tjóðir! gevið ljóð,
tá mælt er um Guðs mildi,
sum Jesu Krists hitt dýra blóð
nú hevur sett í gildi,
so syndasekur maður nú
av náði Guðs í himnabú
fær ævigt lív og gleði.

Tað orð, at Guð í mildi seg
við krossi Krists læt blíðka
og breyt úr deyða slóð og veg,
vit eiga væl at íðka,
tí har, sum tað at hjarta fer,
fólk aftur raknar við, sum er
í syndamyrkri sovnað.

Tað lýsir væl í hjartans nátt,
tá Jesu navn vit nevna,
og heimsins myrkur hvørvur brátt,
tá Jesus Krist vit fevna;
tá viknar syndatrá, so hvørt
sum leiðin legst oss ljós og bjørt
í Jesu fótasporum.

So lat, o, Guð, títt náðiljós
um allan heimin skyggja,
so tjóðir finna nýggja kós
og um ta náði hyggja,
sum hevur slóðað nýggjan veg.
Lat fólk í Kristi finna teg
og fragd, sum ei fær enda.

FavoriteLoadingGoym tekstin