Alla nátt

Orð: Heri Nolsøe
Lag: Karl Martin Samuelsen

Brúsandi kensla í mínum barmi brann,
“bara eg hjartað hennara vann”,
kærleikans veingir tóku meg á flog,
kenslur mínar bóru hesi boð.

Tak meg í tín favn,
elskaða mín,
tú smílandi ert so blíð,
eygnatár renna stríð,
renna stríð, renna stríð.

Alla nátt
droyma vit dreymar og hava tað gott.
Alla nátt
stíga við bæði um kærleikans gátt
nú í nátt
í alla nátt.

Vindurin tekur í fagra ljósa hár
og turkar av mínum kjálkum tár,
vøkru djúpu eygu hyggja so milt,
náttin nú durvar, alt er so stilt.

Kom tak meg í tín favn,
elskaða mín,
tú smílandi ert so blíð,
eygnatár renna stríð,
renna stríð, renna stríð.

Í alla nátt
droyma vit dreymar og hava tað gott.
Alla nátt
stíga vit bæði um kærleikans gátt.

Alla nátt…

FavoriteLoadingGoym tekstin