Allan vegin hann meg leiðir

Orð: Fanny Crosby
Lag 1: J.C. Bitthauer
Lag 2: Robert Lowry
Týtt: Petur William Háberg

1. Allan vegin hann meg leiðir;
kann eg ynskja meir enn tað!
Kann eg ivast um hans kærleik,
sum meg leiðir dag um dag!

2. Himmalsk hvíld er við hans hjarta,
sjálvt tá stormar ýla mest;
tí eg veit, hvat enn mær hendir:
Tað, sum Jesus ger, er best!

3. Allan vegin hann meg leiðir,
hann mær gevur lívsins breyð,
gevur kraft til hvørja mótgongd,
troyst í sorg og hjálp í neyð!

4. Tá eg troyttur mangan snávi,
og tá tostin plágar meg,
fløðandi úr lívsins kletti
gleðistreymar finni eg!

5. Allan vegin hann meg leiðir;
men hann elskar meir enn tað:
Ævig hvíla mær er lovað
heima í hans ljósa stað.

6. Tá so síðsta stig er stigið,
farið er alt myrkt og kalt,
ævigt glaður skal eg sanna:
Jesus leiddi gjøgnum alt.

FavoriteLoadingGoym tekstin