Allar staðir, har eg fari

Orð: Ahasverus Fritch
Lag: Andreas Peter Berggren
Týtt: Victor Danielsen

1. Allar staðir, har eg fari,
ert tú nær, áh, Harri kæri,
hvar mín fótur flytur seg,
heim mær leingist, Frelsari!

2. Burt frá sorgum, heim til frøi,
heim til hvíldar, burt frá møði!
Ferðarbúgvin eri eg,
tá ið tú vilt kalla meg.

3. Tá er eingin sorg, ei neyðin,
tá er eingin synd, ei deyðin;
hjartansglaður verði eg,
tá eg síggi, Jesus, teg!

4. Tá skal tunga mín og hjarta
har í tínum ljósi bjarta
lova mínum Frelsara,
syngja hátt halleluja.

FavoriteLoadingGoym tekstin