Allastaðir, har ein lítur, kirkjur, samkomur ein sær

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Allastaðir, har ein lítur, kirkjur, samkomur ein sær,
bispar, prestar, predikantar, elstar laga hvønn sín garð;
hvør í sínum lagi trýr seg sannleikan at byggja á,
varnast ei at orð ápostlanna teir eru viknir frá!

2. Teirra læra meir ei hoyrist, teirra dópur gloymdur er,
ei í Jesu Navni doypir meir, tí ein Guð til tríggjar ger!
Ei til fyrigeving syndanna ein longur doypa man,
men til heiti trý ein doypir, ger til einkis sannleikan!

3. Andans gávu summi vraka, sum ápostlarnir við kraft
allastaðir prædikaðu víst og loystu hvørt eitt haft:
Føðast mást av vatni, Anda, eitt við tungum staðfest tekn,
tá, sum Jóel sigur, falla skal eitt himmalskt síðlaregn!

4. Formar, skikkir og doktrinir, ritualir, liturgi
kunnu ikki frelsa sálir, kunnu ikki veita frið;
heimsins rockur, rap og drama, hip-hop, holdsligt undirhald
kunnu ikki bróta megi syndarinnar, Satans vald.

5. Nei, hitt gamla Evangeliið má boðast uttan haft,
reinsast út má heimsins súrdeigg og brótast má tess kraft;
endurføðingin av vatni og við Anda boðast má,
so at eftir lyfti Guðs tú gávu Andans víst kanst fá.

6. Tá ið Harrin kemur aftur, man Hann finna trúnna tá,
trúnna, sum ápostlarnir sítt lív og virki bygdu á?
Skalt tú uttanfyri standa uttan olju lampu á,
tí eitt annað evangelium títt lív tú bygdi á?

FavoriteLoadingGoym tekstin