Allastaðir, hvar eg eri

Orð: Ahasverus Fritsch/Hans Adolph Brorson
Týtt: Mikkjal á Ryggi

Allastaðir, hvar eg eri,
Jesus mær í huga veri,
yvir hav og fjøll og dal
hann mítt álit vera skal.

Eg frá heimsins stríð og møði
heim til himmiríkis frøi
eri ferðabúgvin til,
tá mín harri Jesus vil.

Frelstur av Guðs góðu náði
lív og sælu har eg fái.
O, sum sál mín verður glað
í tí halga himlastað!

Har skal frítt úr hjørtum ljóða
takk og prís til Guð vár góða,
sæl í fylgi einglanna
syngja vit halleluja.

FavoriteLoadingGoym tekstin