Almenn hypnosa

Orð og lag: Swangah Dangah

Vers 1.

Steen: Eg forklári poetiskt, eg komi sum penis;
orgasmiskt, fantastiskt, beint út konkret shit,
klókt, akademiskt, eitrandi, kemiskt.
Eg eri harrin, tú ert ein reyvslikkari, Jenis.
Lívið er ein frek bitch, snýtir teg so snedigt,
tí tað er so nógv lort i luftini, sum Elis.
Tað er ringt, og tað er keðiligt, hald teg saman sum tetris.
Klárar tú ikki stríðið, so sit inni sum Cren.
Einki nýtt, men tað er djúpt tá tað sjúka verður brúkt
at forhindra fólk frá sannheitini, og at liva lívið ríkt.
Vísdóms orð á títt borð, tí við pengum og hor
kemur gleðin umborð, men alt skilið fer i sor.
Vit eta ein bita fyri at liva, onnur liva fyri ein bita,
men tað er eingin krisa, bara tú kanst búkin fita.
Finn tær eitt pláss at sita og lurta eftir tí, vit vita
um hel á jørð. Ragnar fortel teimum hvussu vit liva –

Vers 2.

Ragnar: Demoniskt og komiskt, rættari sagt hopleyst,
í skugganum hava vit funnið ljósið við torv og alkoholi.
Fokk átta til fýra, vit fýra átta joints og stýra
okkara shit og blíva við at ríma – ikki fyri tað ríka,
men fyri at fáa fólk at lurta, og spyrja, um tað er ein grund til at smílast,
um tað ikki er Djevulin, sum er við endan og bíðar
eftir tær og mær, og tað er avgerandi hvat tú gert og nær,
tí tú veit ikki, fyrr enn tú ert endaður har,
fólk selja sína sál, fyri at røkka sítt mál –
joina eina kult og fokkin dansa um eitt bál.
Sjúkir leiðarir sum leiða okkum í tað sjúka.
Tað, vit byggja upp, er til teir at brúka.
Tað er okkum teir knúsa, so teir kunnu rúsast
av makt, ímeðan vit ganga í takt, og gera sum verður sagt.
Okkara frælsi er tikið, hvat fokk verður næst?

Vers 3.

Cren: Boðskapurin larmar sum ein 12 gauge (blaauw!).
Pilka høglini úr høvdinum, og so tak av –
tú endar sum ein slava, eitt produkt av, hvat eg var
áðrenn robottar vóru eitt government tilfar.
Global Warfare er alt tað man sær,
heldur ein kúla, enn ein mikrochip í hjartanum hjá mær.
Fongslini fyllast, atmosferan verður fokkað,
so lat eyguni opna, tí hypnosan má stoppa.

Vers 4.

Ragnar: Problemið er systemið! Ren meg,
tað eru klovnarnir á toppinum, sum missa okkara pengar, men vinna premiu.
Pengar; eitt sataniskt meistaraverk! Bara lat inn títt CV,
um tú ert høgt uppií føðiketuni.
Stýrur tú lortinum við kortinum tú ert givin,
ein Jokari við Essinum burdi fokkin verðið sligin.
Men tú veist ikki fyrr, enn tú ert blivin rivin niður
av Satan og gongur blindur runt, sum øll hini.

Vers 5.

Steen: Eg eri púra samdur, líka mikið hvat man gerð
og um man ikki trýr uppá hokus-pokus og gandir.
Fokk tín aldur, alt for ungur og óvandur,
og eitt lætt offur til alt tað, sum hann ger stand her.
Vakna, og fokkin sig stoppa
tí tað fyrsta er egoisma, so tú botnar eitt shot.
Tú verður lokkaður við narkotika, lokkaður við erotika.
(Men verður alt betur?) Eg veit ikki, eg hopi tað!
Alt handlar um pengar, Dollarar, og Euro’s.
Smábørn vilja blíva Al Capone og DiNero.
Tað eg sigi er grót hart, og tí er tað ósmart
at lata Djevulin uppfostra børnini ígjøgnum eitt sjónvarp.
Verði klár til kríggj! (Vit eru klárir til kríggj!)
Og øll sum standa fyri, sleppa at smakka blýggj.
Alt er svart og hvítt, einki okkara, bara mítt!
Fólkini verða snýtt, men hatta er einki nýtt.

FavoriteLoadingGoym tekstin