Alment starv

Orð: Sofus Joensen
Lag: Barnatro

Eg havi fingið alment starv
uttan dikkedar og darv,
uttan fjas og fjant og váttanir og prógv.
Hartil fekk eg alt í senn
fram um tíggju aðrar menn:
arbeið, trygging, pensjón, pengagullið nógv.
:,:Alment starv, uttan darv,
tað er ikki hvør sum helst, ið fær slíkt starv:,:

Tíggju sótu teir á rað,
allir væntaðu sær tað,
allir høvdu lært og slitið seg til sítt.
Eg sat stillur sum eitt skrín,
besti trumfurin var mín:
Eg var umvendur og føddur til alt mítt.
:,: Rætta trúgv – og feðgaband
røkka líka inn í høga almansland:,:

Fyrsti, annar triði, fjórði
endaðu í sama flóri,
fimti, sætti, sjeyndi, hinir líka so,
níggju fekk tó harðan dyst,
tí hann var vist ein sjalist,
men hann manglaði ein vong til
alment flog.
Vera sjalist er oftast nokk,
tað er gott at hava valt tann rætta flokk.
Men viðhvørt krevst tó meir,
tá ið brøður berjast um breyðið, tá krevst meir.

Har var hegni, har var vit,
har var dugur, har var slit,
men hvat nyttaði tað móti tí hjá mær?
Lat bert hinar hava knokk,
eg hevði babba, tað var nokk,
tað til alment starv í gullstól inn meg bar.
:,: Sonur eg – og sjalist,
tá er starvið trygt og sikkurt, tað er vist:,:

Hinir stríða, streva, sjabba,
einans eg átti rættan babba,
sum nóg høgur var at tryggja mær mítt jobb.
Hvat er hegni, vit, tá vert,
tá ið babba telur mest
á tí vektini, sum vigar almenn størv?
Faðir vár, babba mín,
komi ríki títt og verði vilji tín.
Alment starv fer tá í arv
til sonin uttan dikkedar og darv.

FavoriteLoadingGoym tekstin