Alsamt longdist mær at fáa

Orð: Clara T. Williams
Lag: Ralph E. Hudson
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: Satisfied

1. Alsamt longdist mær at fáa
sløktan sálartosta mín,
okkurt, sum meg kundi fylla,
veita troyst og ugga sín.

Niðurlag: Halleluja, eg fann Jesus,
aldri aftur tysti eg.
Hann mín longsil hevur stillað,
dýra blóð hans frelsti meg.

2. Heimsins gleði royndist stokkut,
veitti ongan sannan frið.
Stútt mær longdist eftir onkrum
til at sløkkja tostan við.

3. Tó eg troytti heimsins leiðir,
helt, tær kundu stilla meg,
sárt av mínum egnu føllum
tíðum vónbrot kendi eg.

4. Lívsins kelda ævigt vellir,
lívsins breyð meg mettar her.
Ævigt ríkidømi bíðar
uppi har, sum Jesus er.

FavoriteLoadingGoym tekstin