Alt, alt er væl í ævir

Chrétien UrhanVictor Danielsen
Orð: Anne Ross Cousin
Lag: Chrétien Urhan
Týtt: Victor Danielsen

1. Alt, alt er væl í ævir,
mær halda eingi bond,
eg bygdi ei mítt reiður
á deyðans køldu strond;
lat tóma heim tí svinna,
sum land frá skipi fer,
tí lívið, lívið blómar,
har sum Jesus er!

2. Hin reyða Sarons rósa
har breiðir søtan lukt,
lívsflóðin still har flýtur,
og lívsins træ ber frukt;
skjótt hesa dýrd at skoða –
kom, stund, og signað ver!
Tí lívið, lívið blómar,
har sum Jesus er.

3. Alt her ein Himmal bygdi
títt kærleikssamband søtt,
eitt lítið nýtt Jerúsalem
sum hitt, ið kemur skjótt,
tak meg um vatnið yvir!
Eg mangan rópti her;
tak meg til kærleikslandið,
har sum Jesus er!

4. Tó – blómum nýtist myrkur
og náttardøgg at fá,
so fjaldi tú títt andlit,
tá fegnast eg tað sá;
og um tey tár, tá runnu,
tín bók tær vitni ber;
men eingir skuggar falla,
har sum Jesus er.

FavoriteLoadingGoym tekstin