Alt eg havi Guði givið

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Alt eg havi Guði givið,
Honum valt at fylgja her;
Hann av náði gav mær lívið,
tað, sum í Hans blóði er.

Niðurlag: Fylt við sangi er mítt hjarta,
loyst frá stúran, sorg og pínu.
Hvørja løtu er Hann hjá mær,
trúareygað klárt Hann sær.

2. Mína synd Hann hevur sónað,
sál mín tváað við Hans blóð’.
Syndafallið er upprættað,
á, hvat er Guðs náði góð.

3. Eg í trúnni Jesus vænti,
Hann kann koma hvønn ein dag.
Hann til Dýrdina meg heintar,
har tilbúgvið er mær stað.

4. Tá mítt ljós er niðurbrunnið,
sagt hitt seinasta farvæl,
lovsongur av mínum munni
í Guðs dýrd tá byrja skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin