Alt eg vraki fyri Jesus

Orð: Sarah Jean Graham
Lag: E.F. Coffin
Týtt: Victor Danielsen

1. Alt eg vraki fyri Jesus,
hesa tómu verðina;
gloymt er tað, hon kallar gleði,
tá eg minnist Golgata.
Vraka vinir meg og svíkja,
hyggur verðin køld á meg,
tó við perluportrið fagra
vinin trúgvan eigi eg.

Niðurlag:
Skjótt svinnur lívsins morgun,
kvøldarstundin nærkast brátt;
men tá perluportrið opnast,
verður eingin, eingin nátt.

2. Tá ið Harrans rødd meg kallar,
og mítt eyga endan sær,
skal eg halla mær á Jesus
gjøgnum dalin myrka har;
eg skal líta á hans lyfti –
meir enn alt tey eru mær –:
Óttast ei, eg eri við tær,
tá tú perluportrið sær!

3. Hinumegin Jordans bylgjur,
handanvert ta køldu á,
blómar lívsins træ í ævir,
har lívsánna skal eg sjá;
í tí sæla andans landi,
har er dýrd ótømilig,
og við perluportrið einglar
leiða meg til sælan frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin