Alt er bjart og undurfult

Cecil Frances Alexander
Orð: Cecil Frances Alexander
Lag 1: William Henry Monk
Lag 2: Enskt lag úr 17. øld
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: All things bright and beautiful

Niðurlag: Alt er bjart og undurfult,
ja, bæði smátt og stórt!
Alt er bjart og undurfult,
sum Harrin hevur gjørt!

1. Tú sært so vakrar blómur
og hoyrir fuglasong,
sært mangar litir prýða
í haga og á ong.

2. Tey fjøll, mót hæddum daga,
hvør á, sum fer í hav,
tann sól, á morgni rísur,
á kvøldi fer í kav.

3. Teir vetrarkøldu vindar
og summarsólin flógv,
á heysti fong og grøði
og vár um grønan hógv.

4. Við eygum tað vit síggja
og varrar siga frá
um hann, sum øllum valdar,
um alt hans vísa ráð.