Alt er míns Faðirs verk

Orð: Maltbie Davenport Babcock
Lag: Franklin L. Sheppard
Týtt: Arnfinnur Setberg
Upprunaheiti: This is my Father’s world

1. Alt er míns Faðirs verk,
øll skapan ljómar her,
alt, eygað sær,
alt, oyrað fær,
úr rúmd mær tónleik ber.
Alt er míns Faðirs verk,
hvør hugsan hevur ró,
um hamrar, skóg,
um himin, sjó –
hans handaverk – øll góð.

2. Alt er míns Faðirs verk,
kát fuglaljóð um ong,
hvør sóljuveit
og sólin heit
ber Gudi takkarsong.
Alt er míns Faðirs verk,
mær birtast – sálin frí –
um grønan vøll,
um brøttu fjøll,
hann talar øllum í.

3. Alt er míns Faðirs verk,
tað minnast má eg, men
rætt tykist mangt,
um tað er rangt,
Gud øllum valdar enn.
Alt er míns Faðirs verk,
alt stríð tað enda vil,
tí Jesus vann
og burtvilst fann,
tey hoyra honum til.

FavoriteLoadingGoym tekstin