Alt er nú so fagurt, ljóst og gott

1. Alt er nú so fagurt, ljóst og gott,
sangur hoyrist, tað er jólanátt.
Stundin er so sæl,
vit hugna okkum væl
– bert altíð hevði verið jólanátt.

Niðurlag: Ja, hvør ein dagur verður eins og jól
um várið, heystið og í summarsól.
Um bert Harrans kærleiki
fyllir mannahjørtuni,
so vera allir dagar eins og jól.

2. Vit øll halda henda fagra dag
við at frøast og vera glað.
Vit njóta henda frið,
sum jú kann vara við
– um bert hvør dagur verður sum í dag.

3. Brátt so er ein nýggjur dagur her,
vit stúra fyri, hvat hann við sær ber,
hvat hann vil geva mær,
hvat hann vil veita tær.
Kann hugsast, at hann friðardagur er.

FavoriteLoadingGoym tekstin