Alt í føðurhendi er

Orð: Grundtvig
Týtt: G. Bruun

Alt í føðurhendi er,
hvat hann vil, hans andi ger;
til Guðs æru, av Guðs náði
sælu eg um ævi fái
í várs harra Jesu navn’.

Náðiløn og arvalut
fær við Krist mær himna Guð;
til Guðs æru, av Guðs náði
sælu eg um ævi fái
í várs harra Jesu navn’.

Felags um hans frið og dýrd
eru fólk av honum skírd,
til Guðs æru, av Guðs náði
sælu eg um ævi fái
í várs harra Jesu navn’.

FavoriteLoadingGoym tekstin